Innanlands

Havfrakt selt: Tørv á størri og nýggjari skipi

- Skipini eru nú nýggjari, størri, og hava munandi betri manningarviðurskiftir enn tey høvdu tá ið vit yvirtóku fyri nøkrum árum síðan, sigur Álvur Højgaard

Havfrakt (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Havfrakt (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-05-01 20:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tíðin er nógv broytt síðan Havfrakt komið í flotan

Farmaskipið Havfrakt kom í føroyska flotan í 2005, og skipið hevur tænt felagnum væl seinastu 16 árini.

Tað var felagið Havfrakt, nú Navigare, sum keypti Havfrakt til Føroyar úr Norra í 2005.

Tá var tað Niclas Højgaard, sáli, sum átti felagið, meðan tað í dag er yngra ættarliðið, sum stendur á brúnni.

Navigare hevur ment seg nógv seinastu árini, og felagið hevur økt munandi um flotan, og hækka støðið á skipunum.

- Skipini eru nú nýggjari, størri, og hava munandi betri manningarviðurskiftir enn tey høvdu tá ið vit yvirtóku fyri nøkrum árum síðan. Tíðirnar broytast, og vit mugu sjálvandi tillaga okkum, sigur Álvur Højgaard, sum er stjóri í felagnum.

Navigare eigur í dag átta skip, umframt at tey hava chartra fimm onnur skip, so samlaða talið er heili 12 skip, sum føroyska felagið hevur í sigling, og sum sigla við farmi mest sum hvønn dag.

- Tíðirnar eru góðar, og tað merkja vit eisini, og tað eru vit sjálvandi sera fegnir um. Vit hava ment okkum nógv seinastu árini, og eydnan hevur verið við okkum seinastu árini, sigur Álvur Højgaard, reiðari.

Reiðarin hevur ikki hug at upplýsa nakað um nakrar søluprís, men sigur at sáttmálin er nøktandi, og at felagið nú er farið at hyggja eftir einum øðrum skipið.

- Man sigur at maður kemur í mans stað, og soleiðis er tað eisini við skipum. Vit skulu hava eitt nýggjari og meira tíðarhóskandi skip fyri Havfrakt, sum hevur tænt fyri seg, og talan verður eisini um eitt størri skip, sigur Álvur Højgaard, sum tó ikki vil siga heilt neyvt enn hvat fyri skip talan er um, sum skal avloysa Havfrakt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder