Innanlands

Hav Nes fullur av grúsi

Tá vit eru lidnir at lossa, vaska vit lastina og fara síðani á Fuglafjørð eftir 1200 tonsum av fiskamjøli til Florø í Norra, sigur Meinhard Danielsen

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2019-05-11 07:35 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit eru komnir úr Norra við 2850 tonsum av grúsi. Vit hava tríggjar ymiskar støddir sum kallaðst 0-2, 5-8 og 8-11, og tað er Asfaltsverkið á Sundi sum skal hava grúsið. 

- Tá vit eru lidnir at lossa, vaska vit lastina og fara síðani á Fuglafjørð eftir 1200 tonsum av fiskamjøli til Florø í Norra.

Tað sigur Meinhard Danielsen, skipari á handilskipinum Hav Nes, sum í dag lá á Sundi.

Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðarin. Onkur helt skemtandi fyri, at kokkurin mundu vænta trúboðaran, tí hann hevði bakað køku, sum stóð heit á borðinum.
Tíð var til ein drekkamun, prát og bøn fyri skipi og manning.

Sjey mans eru við Hav Nes, sum fyri tað mesta siglir millum Norðurlond við fiskamjøli, skervi og øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder