Innanlands

Hav Atlantic selt av landinum

Reiðaríið Navigare Shipping í Runavík hevur selt farmaskipið til Foyle Marine Contractors Limited í Írlandi

Hav Atlantic er selt til Írlands (Mynd: Shipspotting)

Hav Atlantic er selt til Írlands (Mynd: Shipspotting)

2026-05-15 16:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hav Atlantic var størsta skipið hjá reiðarínum Navigare Shipping í Runavík.

Av tí at Navigare Shipping er í eini tilgongd at endurnýggja flotan, og fýra nýggj skip eru ávegis er neyðugt at selja av eldra partinum av flotanum, sigur reiðaríið í viðmerking.

Fyrsti nýbygningurin verður yvirtikin um ein góðan mánað - 24.juni.

Hav Atlantic kom í føroyska flotan í mai í 2015, og hevur nú fingið heimstað í Írlandi.

Hvat skipið er selt fyri vita vit ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder