Í tíðarskeiðnum november 2024 til oktober 2025 útfluttu Føroyar fyri 13,2 milliardir krónur, góðar 750 milliónir - ella seks prosent - meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
Fiskavøruútflutningurin var 12,5 milliardir, sum er ein vøkstur á 790 milliónir - 6,8 prosent.
Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum veksur, meðan útflutningsvirðið á laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli er lakari, skrivar Hagstovan.
Útflutningsvirðið á laksi minkaði 185,4 milliónir krónur.
Samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar minkaði samlaða útflutningsvirðið á laksi við 3,1 prosentum, meðan nøgdin vaks 13,2 prosent.
Útflutningsvirðið á makreli er vaksið yvir 857,3 milliónir krónur - ella 78,7 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við nærum 30 prosentum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald