Grønlendskt uppsjóvarskip landað í Fuglafirði

Tuneq hevur fiskað makrel í altjóða sjógvi

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-08-04 06:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendska uppsjóvarskipið Tuneq kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.

Teir hava fiskað makrel í altjóða sjógvi, og hava 250 tons, sum teir hava landað til Pelagos í Fuglafirði.

Fleiri grønlendsk skip eru á makrelfeltinum norðanfyri í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin er hampiligur.

 

placeholder
placeholder