Innanlands

Grønlendsk skip landa makrel í Føroyum

Grønlendsku skipini sleppa ikki at landa í Íslandi, og tí verður veiðan landað i Føroyum

Polar Princess (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Polar Princess (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-08-16 07:09 Author image
Kiran Jóanesarson

Seinastu dagarnar eru fleiri grønlendsk skip komin til Føroyar, har tey skulu landa makrel.

Uppsjóvarskipini Tuneq og Tasilaq landaðu fyrr í vikuni makrel í Fuglafirði, og í Kollafirði hava skipini Svend C, Polar Nanoq landa, og seinnapartin í gjár kom Polar Princess á Kollafjørð við 1000 tonsum av makrelið.

Grønlendski trolarin Tuugaaliq landar 700 tons av makreli í Ánunum, har Christian í Grótinum eisini skal landa makrel.

Skipini hava fiskað norðanfyri Føroyar í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Nøkur føroysk skip eru eisini farin á makrelveiðu, men flestu bíða til manaðarskiftið.