Innanlands

Grønanes fær eyðkenda litin hjá JFK samtakinum

Grønanes hevur áður verður gráur og hvítur, men verður nú svartur og hvítur

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2020-09-06 17:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolarin Grønanes, sum JFK í Klaksvík eigur, stendur í løtuni á bedingini hjá Mest í Havn.

Grønanes verður nú málaður svartur og hvítur, og fær nú eyðkendu litirnar hjá JFK samtakinum.

Grønanes er bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1986, og er systurskip til Vesturtúgvu og Safir.

Safir hevur heimstað í Klaksvík, og hoyrir eisini til JFK samtakið, meðan Vesturtúgva hoyrir heima í Sandavági. Tað er Háldan Gudmundsen, sum eigur Vesturtúgvu, sum ikki er í vinnu meira. 

Hóast Grønanes nú skiftir litir, so er tað einki, sum týðir uppá at skipið skiftir heimstað frá Vestmanna til Klaksvík, har tað hevur havt heimstað øll árini.

placeholder
placeholder