Føroyska felagið GroAqua hevur bygt ein nýggjan fóðurflaka til alifelagið Mowi í Føroyum. Talan er um ein stóran fóðurflaka, sum kann taka 1.000 tons av fóðri, og kann fóðra 16 aliringar stamstundis. Flakin er 39 metrar langur og 13 metrar breiður.
Sáttmálin um hesa stóru verkætlan bleiv undirskrivaður av GroAqua og Mowi í juni í fjør, og fóðurflakin bleiv latin til tíðina sambært sáttmálanum.
Ólavur Thomsen frá GroAqua og Steffan Gaard, aliformaður hjá Mowi
- Vit hava arbeitt tætt og væl saman við starvsfólkum hjá Mowi síðstu 11 mánaðirnar í samband við hesa stóru verkætlan. Eg eri errin av, at okkara dugnaligu starvsfólk í Føroyum og Polandi hava megnað at projektera og byggja ein so stóran fóðurflaka innan so stutta tíð, sigur Ólavur Thomsen, sum vegna GroAqua hevur gingið á odda við at projektera og byggja hendan fóðurflakan.
Tað er felagið hjá GroAqua í Polandi, sum hevur bygt flakan, og verkætlanarleiðslan hevur ligið í Føroyum. Skipanirnar umborð eru mentar í GroAqua á Kambsdali. Framkomnu skipanirnar eru sjálvirkandi og kunnu fjarstýrast frá landi.
- Tá vit gera nýggjar íløgur er tað umráðandi fyri okkum, at hesar eisini taka hædd fyri umhvørvinum, har hesar koma at virka. Tískil hava vit gjørt flakan kláran til at taka landstreym, samstundis sum vit hava ljóðbjálva útgerð umborð, so flakin so at siga ikki órógvar nærumhvørvið. Við nýggja flakanum verður møguleiki at fóðra allar ringarnar samstundis og ger hetta alingina so effektiva sum møguligt, sigur Steffan Gaard, aliformaður hjá Mowi.
GroAqua er ein føroysk fyritøka (fyrrverandi JT Electric) við omanfyri 100 fólkum í starvi, sum menna og framleiða tøkni og KT skipanir til alivinnuna. Felagið hevur deildir í Føroyum, Noregi, Skotlandi, Polandi og Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald