placeholder
Innanlands

Grein um rognkelsi í heimskendum tíðarriti hjá Nature

Kirstin Eliasen, PhD. í lívfrøði og deildarleiðari á P/F Fiskaaling, og Esbern J. Patursson, lívfrøðiligur mennari hjá Hiddenfjord, hava skrivað greinina í samstarvi við on

Kirstin Eliasen, PhD. í lívfrøði og deildarleiðari á P/F Fiskaaling

Kirstin Eliasen, PhD. í lívfrøði og deildarleiðari á P/F Fiskaaling

2020-06-03 16:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heimskenda tíðarritið ”Scientific Reports” hjá ”Nature” hevur í dag almannakunngjørt vísindaliga grein, sum Kirstin Eliasen, PhD. í lívfrøði og deildarleiðari á P/F Fiskaaling, og Esbern J. Patursson, lívfrøðiligur mennari hjá Hiddenfjord, hava skrivað í samstarvi við øðrum granskarum.

Greinin snýr seg um kanning av, um liturin á livrini hjá rognkelsum kann siga nakað um, hvussu fiskurin trívist og er fyri. Enska heitið er "Liver colour scoring index, carotenoids and lipid content assessment as a proxy for lumpfish (Cyclopterus lumpus L.) health and welfare condition." 


Greinin kann lesast ókeypis her.

Rognkelsi verða nýtt sum lúsatýnari í føroysku alivinnuni, eins og í fleiri alitjóðum kring okkum. Greinin vísir á, at samband er millum litin á livrunum hjá rognkelsum og føðslu-, vælferðar- og heilsustøðuna hjá fiskinum.

Livraliturin kann tí nýtast hjá alivinnuni at eyðmerkja møguligan mistrivnað hjá rognkelsunum í aliringunum, og gevur soleiðis vinnuni møguleika at tillaga fóðring og røkt samsvarandi.

[object Object]

[object Object]

Greinin er eitt samstarv millum Fiskaaling, HiddenFjord og Universitetið í Stirling, Skotlandi.

Fisakaaling

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder