Innanlands

Gøtunes skal landa til Havsbrún í morgin

Gøtunes sleppur framat at landa svartkjaft í morgin

Gøtunes (Savsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-04-18 09:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes skal landa heili 3400 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Hjá Havsbrún hava tey úr at gera, og tí sleppur Gøtunes framat aftaná Vestmenning. Gøtunes skal byrja at landa klokkan 15 í morgin.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi og síðan til fóður.

Svartkjafturin er góður, sum skipini fáa í løtuni, og prísurin er omanfyri 2 krónur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder