Innanlands

Gøtunes skal landa á Tvøroyri

Gøtunes skal landa 290 tons av sild til Varðan Pelagic

Gøtunes (Savnsmynd: Calum Gray)

Gøtunes (Savnsmynd: Calum Gray)

2025-11-24 19:40 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur sett kós móti Tvøroyri, har skipið skal landa sild í morgin.

Gøtunes hevur fiskað sild í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Seinastu dagarnar hava føroysku skipini bíða eftir at sildin kom útum markið. 

Veiðan verður landað til Varðan Pelagis, og Gøtunes fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder