placeholder
Innanlands

Gøtunes skal landa á Tvøroyri

Gøtunes hevur 450 tons av makreli hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-06-22 06:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes skal landa makrel á Tvøroyri.

Gøtunes hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Gøtunes skal byrja at landa til Varðan Pelagic klokkan 22 í dag, og farið verður helst aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder