Innanlands

Gøtunes landar svartkjaft á Tvøroyri

Gøtunes hevur 850 tons av svartkjafti, sum teir landa til Varðan Pelagic

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2021-01-27 08:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom seint í gjár á Tvøroyri, harteir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og hava 850 tons av svartkjafti, sum teir landa til matna hjá Varðanum Pelagic.

Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder