Innanlands

Góð undirtøka fyri Aliráðstevnuni 2022

Uml. 370 fólk luttóku á rástevnuni 20. mai, og ráðstevnan verður aftur á skránni 3. mars 2023

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2022-05-23 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 20. mai varð Aliráðstevnan 2022 hildin á Hotel Føroyum, og undirtøkan var góð. Vinnuhúsið skrivar, at uml. 370 fólk luttóku.

Aliráðstevnan skuldi eftir ætlan verið hildin fyrst í mars, men orsakað av koronustøðuni í januar og februar varð avgjørt at útseta hana til 20. mai.

Á ráðstevnuni luttóku sum vanligt fólk úr alivinnnuni, frá granskingarstovnum, hjá undirveitarum til alivinnuna og frá almennum myndugleikum.

Á skránni vóru framløgur um gongdina í føroysku alivinnuni, og aðrar framløgur, sum viðgjørdu evni av bæði almennum og fakligum slag. Eisini nýttu folk høvið at netverka, skrivar Vinnuhúsið.

Ráðstevnan verður aftur komandi ár, og verður tað sum vanligt fyrsta fríggjadag í mars. Tað verður fríggjadagin 3. mars 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder