- Hetta plagar at vera góð tíð til svartkjaft, og sum skilst, so hava skipini brúkiligan fiskiskap. Nú gleða vit okkum til at koma í gongd við fiskiskapin.
Mikudagin 8. apríl lógu íslendsku trolararnir Børkur og Barði frá Neskaupstaði, á Fuglafirði.
Teir vóru báðir ávegis í føroyskan sjógv at veiða svartkjaft. Í tí sambandið skuld tillagingar gerast við lemmarnir hjá Børkur og okkurt smávegis annað, meðan Barði bunkraði og fekk eitt nýtt trol frá Vónini.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk eitt prát við nakrar av manningunum.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Umborð á Børkur var eisini eitt Guds orð lisið, bøn biðin til Guds fyri skipi og manning og signingin lisin.
Tá segði ein av manningini, eitt sindur í skemti; at síðst teir fiskaðu í føroyskum sjógvi, høvdu teir ymiskar trupulleikar, so tað gekk smáligt við fiskiskapinum. Men nú, aftaná Guds orð, bøn og signing, mundi fara at ganga betri. “Livst so spyrst”!
- Hetta plagar at vera góð tíð til svartkjaft, og sum skilst, so hava skipini brúkiligan fiskiskap. Nú gleða vit okkum til at koma í gongd við fiskiskapin. Fleiri íslendsk skip eru longu farin á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, segði Herbert Jónsson skipari.
Manningin umborð á Barði var upptikin við trol og annað. Heilsa var uppá kokkin og aðrar, sum fingu somu heilsan sum teir á Børki.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!
Bæði skipini fóru til fiskiskap í gjár.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald