Innanlands

Gitte Henning kemur týsdagin

Fer at sigla tríggjar ferðir í ring á Gøtuvík

2019-09-01 18:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja skipið hjá Varðanum loysti frá landi í Skagen í dag, og hevur sett kósina móti Føroyum.

Skipið, sum fær navnið Gitte Henning 1, verður eftir ætlan á Gøtuvík um fýra tíðina seinnapartin týsdagin, har tað, sum siður er, fer at sigla tríggjar ferðir í ring. Havnin í Gøtu er í so trong til skipið, sigur reiðaríið.

Síðani liggur leiðin til Runavíkar, har høvi verður hjá almenninginum at koma umborð at síggja skipið frá klokkan 17 til 20 týskvøldið.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder