placeholder
Innanlands

Gitte Henning 1 til fiskiskap í kvøld

Ársgamla uppsjóvarskipið kom á Runavík í gjár

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

2019-09-04 07:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gitte Henning 1 kom á Runavík í gjár, og í gjárkvøldið varð riggað til at fara til fiskiskap.

Gitte Henning 1 er keypt til Føroyar í samband við, at Tróndur í Gøtu skal hava nýggj gear, og í tí sambandinum skal øll útgerðin takast úr Trónda í Gøtu, og setast í Gitte Henning 1.

Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í kvøld, og so verður farið til fiskiskap eftir makreli norðanfyri Føroyar.

Gitte henning 1 verður heimahoyrandi í Gøtu til várs, sambært keypssáttmálanum, sum sigur, at gamli eigarin kann keypa skipið aftur tá ið Tróndur í Gøtu er klárur aftur til fiskiskap.

Reiðaríið roynir tó at selja eitt eldri skip hjá felagnum, Jupiter, og um tað eydnast, so hevur reiðaríið sagt, at talan er um eina nýggja støðu, sum felagið tá skal taka støðu til, og tí er møguligt at Gitte Henning 1 verður verandi í føroyska flotanum.

Gitte Henning lastar 3800 tons, sum er 900 tons meira enn Tróndur í Gøtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder