Innanlands

Gitte Henning 1 tikið enn eitt met

Gitte Henning 1 tók um vikuskiftið enn eitt met, hesaferð í Norra

Savnsmynd (Mynd: Ivar Strømmen)

Savnsmynd (Mynd: Ivar Strømmen)

2020-05-12 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gitte Henning 1 landaði leygardagin yvir 3400 tons í Norra, og tók harvið enn eitt met.

Síðsta metið átti Slaaterøy, sum er fyrrverandi Ruth, sum Gullak Madsen lat byggja í 2016. Tað var 3200 tons av av svartkjafti, men nú tók Gitte Henning 1 hetta metið við meira enn 200 tonsum á muni.

Gitte Henning 1 hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Norðska heimasíðan Fiskaren.no sigur, at virðið á lastini var mett til at at hava eitt virði á yvir 11 milliónir norskar krónur.

Setti eisini met í Írlandi

Hetta er ikki fyrsta metið, sum Gitte Henning 1 hevur tikið.

Seinasta túr landaðu teir í Írlandi, og tá høvdu teir yvir 3300 tons. Veiðan varð landað í Killybegs.

Hetta var eisini eitt met, og tað er kanska ikki undarligt, at skipið klárar slíkt, tá ið talan er um størsta uppsjóvarskipið í heiminum, tá ið vit tosað um tonsatal.

Skipið klárar at lasta 3600 tons, men tá er ikki møguleiki fyri at køla veiðuna niður, sum gevur veiðuni ein betri prís.

Gitte Henning 1 er nú aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

[object Object]Gitte Henning 1 (Mynd: Kiran Jóanesarson/ Sverri Egholm)

Les eisini: Størsta lastin Gitte Henning hevur ført til lands

placeholder
placeholder