Gitte Henning 1 og Finnur Fríði landa 2300 tons á Tvøroyri

Gitte Henning 1 landaði 1100 tons og Finnur Fríði skal landa 1200 tons av makreli

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-01-20 06:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini, sum hava fiskað makrel í ES sjógvi, landa veiðuna til Varðin Pelagic.

Gitte Henning 1 átti tørn fyrst, og landaði í gjár 1100 tons av makreli, og aftaná slapp Finnur Fríði framat við sínari last - 1200 tons.

Talan var um góða stødd, sum var umleið 400 gramm í miðal.

Gitte Henning 1 fer helst á svartkjaftaveiðu, men um Finnur Fríði fer aftur á makrel, vita vit ikki.

Veðrið hevur verið ringt á makrelfeltinum í ES sjógvi seinastu dagarnar, og fleiri av makrelskipunum hava krokað í Hetlandi.

placeholder
placeholder