Innanlands

Gitte Henning 1 landar í Måløy

Uppsjóvarskipið skal landa 3300 tons í Norra

Gitte Henning 1 við kai í Måløy (Ivar Strømmen)

Gitte Henning 1 við kai í Måløy (Ivar Strømmen)

2020-05-08 13:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Størsta uppsjóvarskipið í flotanum Gitte Henning 1, kom í nátt til Måløy, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava 3300 tons av svartkjafti við til lands, sum teir landa í Norra.

Teir hava havt góðan fiskiskap, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap.

Myndina tók norski myndamaðurin Ivar Stømmen, og hevur hann givið okkum loyvið at brúka myndina. 

placeholder
placeholder