Innanlands

Gitte Henning 1 bíðar eftir landingartørni

Gitte Henning 1 hevur fiskað makrel norðanfyri Føroyar

Savns,ynd: Kiran Jóanesarson

Savns,ynd: Kiran Jóanesarson

2019-09-07 10:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggja uppsjóvarskipið hjá Varðanum Gitte Henning 1, kom á Runavík fyrrapartin.

Teir skulu bíða eftir landingartørni á Tvøroyri, og fara suður um middag í morgin.

Upplýst verður, at teir hava 900 tons av makreli, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

Áðrenn teir sleppa framat, skulu Jupiter og Tummas T landa makrel til uppsjóvarvirkið á Tvøroyri.

Sum skilst, er manningin vælnøgd við nýggja skipið, og farið verður aftur á makrelveiðu, tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder