
- Vit skulu hava aksiltrekk, reinsa turbinurnar, mála skipið og so skal eisini annað viðlíkahaldsarbeiðið gerast, sigur Hafsteinn, sum er maskinstjóri á Aðalsteinn Jónssyni frá Eskifirði í Íslandi.
Tað var fyrst í juni, at størsta íslendska fiskiskipið kom inn í dokkina á Skála. Hafsteinn roknar við, at tað ganga umleið tvær vikur afturat áðrenn arbeiðið verður liðugt.
Aðalsteinn Jónsson er eitt kombinera nóta- og trolskip, sum roynir eftir sild, makreli, svartkjafti og lodnu. 10 mans eru við í senn, men fleiri eru knýttir at skipinum.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag og gav teimum eitt nýggja testamenti og annan lesna.
Á Skála vóru eisini Tróndur í Gøtu, Norðborg og Kambur, sum eisini fingu vitjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald