Innanlands

Gera Christian kláran

Vóna at sleppa á svartkjaftaveiðu í næstu viku

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-01-06 19:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Sunnudagin kom Christian, sum er avloysaraskipið hjá Christianni í Grótinum, á Klaksvík.

Skipið er fyrrverandi Margret, sum P/F Hvalnes hevur keypt úr Íslandi.

Skipið er bygt í 1996, er 73 metrar langt og 13 metrar breitt og lastar 2300 tons. Motorurin er ein 6700 HK. Vartsila.

Nú verður arbeitt við at gera skipið klárt, bæði mekaniskt og veiðireiðskapin. Teir vóna at sleppa á svartkjaftaveiðu í næstu viku.

Í dag var sjómanstrúboðarin umborð og heilsaði uppá nakrar av manningini, sum vóru upptiknir av at gera skipið klárt til fiskiskap.

placeholder
placeholder