Innanlands

Gamla Vesturhavið skal avloysa Borðoyarnes

- Vit fara nú at skifta navn til Borðoyarnes og nummarið KG 183, sigur Christian Matisen

Christian Matisen, ein av eigarunum og skipari (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Christian Matisen, ein av eigarunum og skipari (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-10-22 17:20 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Tað er felagið aftanfyri Borðoyarnes, sum nú hevur keypt gamla ísfiskalínuskipið Vesturhavið. Vit ætlaðu fyrst at rigga Borðoyarnes um til línufiskiskap, men so kom hesin møguleikin at keypa gamla Vesturhavið, sum er í brúkiligum standi og sum er rigga til línufiskiskap, so vit keyptu.

Tað sigur Christian Matisen, ein av eigarunum og skipari.

- Vit fara nú at skifta navn til Borðoyarnes og nummarið KG 183. So skulu vit taka kassar og ís og so verður tað óivað okkurt smávegis vit koma at gera við skipið.

- Vit vóna at vera klárir at fara til fiskiskap fyrst í november, sigur Christian Matisen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder