Innanlands

Gamla Ruth koppaði við bryggju

Vatntangi var orsøkin til at skipið fekk slagsíðu

(Mynd: Sysla.no)

(Mynd: Sysla.no)

2020-03-21 21:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein fullur vatntangi var orsøkin til at gamla Ruth, sum Gullak Madsen herfyri seldi til Noregs, koppaði tá hon í dag lá við bryggju í Bekkjarvik í Noreg.

Skipið eitur nú Slaaterøy, og hevur heimstað í Bekkjarvik.

Manningin sum taldi tíggju, var í holt við at vaska skipið, tá tað brádliga fekk slagsíðu í stýriborð. Skiparin Asle Halstensen, sigur við Sysla.no, at tað ikki tók langa tíð at rætta skpið uppaftur.

[object Object](Mynd: Pol M. Jensen)

Tað var ein vatntangi sum ikki var tømdur. Vatnið savnaðist á einu síðuni, og tað legði bátin inn móti bryggjukantinum. Vit tømdu tangan, og fingu rættað skipið upp aftur. Tað tók ikki meira enn tjúgu minuttir, og allir umborð tóku tað róligt, sigur skiparin við norska miðilin.

Gullak Madsen hevur yvirtikið gamla Slaaterøy meðan hann bíðar eftir nýbygningi, sum skal standa liðugur í 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder