Uttanlands

Skrokkurin hjá Lerki verður í Skagen leygardagin

Skorkkurin hjá Lerki verður í løtuni sleipaður til Skagen

Lerkur (Savnsmynd: Framherji)

Lerkur (Savnsmynd: Framherji)

2026-03-19 18:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Skrokkurin hjá frystitrolaranum Lerki, sum Framherji letur byggja, verður í Skagen leygardagin. 

Skrokkurin er bygdur í Póllandi, og nú skal skipið gerast liðugt í Skagen, og væntað verður at skipið kemur til Føroya við ársenda í ár. 

Nýggi trolarin hjá Framherja kostar 180 milliónur krónur, og er systurskip til Sjúrð Tollaksson, sum Varðin í løtuni letur byggja á somu skipasmiðju. 

Lerkur og Sjúrður Tollaksson koma í flotan fyri Rók og Lerk, sum Faroe Origin seldi av landinum fyri nøkrum árum síðani. Framherji og Varðin eiga Faroe Origin í Runavík, og hava tikið trý skip hvørt úr felagnum, sum nú bara hugsar um at reka fiskavirkið. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder