Innanlands

Polar Nattoralik – ein stór og spennandi avbjóðing

Nýggjasti grønlendski trolarin liggur á Havnini, og er systirskip hjá Markus, sum kom í mars í ár

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-09-27 17:56 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- At gerast skipari á einum so stórum og nýggjum trolara er ein stór og spennandi avbjóðing, serliga tí eg ikki havi verið skipari á so stórum skipið fyrr. Eg havi tó siglt sum stýrimaður í mong ár.

Tað sigur Mikael Olsen, sum er skipari á nýggjasta grønlandska trolaranum Polar Nattoralik, sum í hesum døgum liggur á Havnini.

Polar Nattoralik er ein rækjutrolari, sum Polar Seafood hevur latið byggjað í Vigo í Spania. Trolarin er ávegis til Grønlands, men er inni í Føroyum eftir millum øðrum, útgerð og olju. Skipasmiðjan Mest ger eisini okkurt smávegis arbeiði umborð.

Trolarin er systurskip til Markus, sum kom í mars í ár. Hann er 81 metrar langur og 17 metrar breiður. Motorurin er ein Bergen Diesel á 5400 KW.

Hann lastar umleið 800 tons av rækjum, sum standa á plattum. Lastin hevur tvær hæddir.

Polar Nattoralik skal royna við tveimum trolum eftir rækjum í Vesturgrønlandi.
Hóast frystiorkan er omanfyri 150 tons um samdøgrið, so rokna teir ikki við at kunna arbeiða “meiri” enn umleið 120 tons.

Skipið hevur alla nútímans útgerð og hentleikar og sera góðar umstøður til manningina.

Polar Nattoralik kostar umleið 350 milliónir krónur.

Dupult manning á 24 mans er til skipið, og skiparar eru Mikael Olsen og Hans Martin Høj.

Trolarin fer eftir ætlan av Havnini í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder