
Algur órógva laksaalingina í Lofoten. Tað er í fjørðinum, Øksfjorden í Vesterålen, at algurnar blómaðu upp í síðstu viku.
Alifyritøkan Nordlaks hevur alibrúk í hesum fjørðinum, og nógvur laksur hevur latið lív orsaka av algunum.
Tey tóku beinanvegin avgerð um at slakta fiskin, sum gekk í trimum alibrúkum, meðan eitt fjórða alibrúk er flutt burtur, greiðir stjórin í Nordlaks, Erik Welde frá fyri Lofotposten.
Felagið roknar við at hava mist minst 300 milliónir norskar krónur orsaka av hesum. Laksurin, sum er tikin, vigar um trý kilo, og er sostatt nógv minni enn fimm kilo, sum fiskurin hevði verið, um hann varð skalkaður í heyst, sum ætlað.
Eisini felagið Ellingsen Seafood í Raftsundet nærhendis varð rakt um vikuskiftið. 850.000 fiskar eru raktir, og felagið metir seg hava mist umsetning fyri millum 60 og 70 milliónir norskar krónur, skrivar NRK.
Talan er um tvey sløg av algum, Chrysochromulina og Phaeocystis, sum eru staðfestar. Hendan seinna setir seg á táknurnar á fiskinum, so forðar honum í at fáa súrevni, meðan hin fyrra útskilir eitt slag av eiturevni.
Líkanndi hending í 2019
Norðurnoreg var á vári 2019 eisini rakt av Chrysochromulina, sum tók lívið á umleið átta milliónum alifiskum. Tann hendingin var ógvuslig. “Knappliga fór tað at regna við deyðum fiskum í alibrúkunum”, skrivaði Veterinærinstituttet í frágreiðingini eftir hendingina. Alararnir kundi á vakmyndatólum síggja hvussu fiskar í hópatali sukku deyðir niður í nótina.
Hendingin í 2019 varð mett sum ein vanlukka fyri vinnuna, og eisini tá vóru Nordlaks og Ellingsen Seafood hart rakt, skrivar NRK.
Hava lært av 2019
Norslaks hevur lært av tí, sum hendi í 2019, sigur samskiftisráðgevin hjá Nordlaks, Kolbjørn Hoseth Lassen við NRK.
- Vit hava eina góða tilbúgving nú, og tað er gott at síggja, at øll í felagnum nú traðka til, tá á stendur. Øll hava gjørt sítt til at bjarga so nógvum, sum bjargast kann. Tað er jú livandi verur vit hava við at gera, og tí er tað av týdningi, sigur hann.
Tey arbeiða nú allar 24 tímarnar á samdøgrinum fyri at minka um vanlukkuna. Hava leigað seg inn á onnur virki, hava leiða bátar at taka laksin og gjørt alibrúk til reiðar at taka í móti fiskinum, sum verður fluttur.
Havforskningsinstituttet heldur eisini eyga við tí, sum hendir. Staðfest er, at talan er um tvær lokalar algublómingar. Ávísur vandi er fyri, at algurnar kunnu spjaða seg til aðrar firðir og onnur alibrúk, men enn er tað ikki staðfest.
Kelda: NRK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald