Innanlands

Øll skipini í beinari linju við føroyska markið

Sjáldsamt fyribrigdi í føroyskum sjógvi á markinum til ES-sjógv. Skipini royna eftir svartkjafti

(Mynd: Fishfacts.com)

(Mynd: Fishfacts.com)

2020-05-22 12:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uppsjóvarskipini, sum hesa tíðina royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, fiska fyrrapartin beint við markið til ES.

Hetta sæst á føroysku skipanini Fishfacts í dag. Skipini sum eru føroysk, íslendsk, russisk og grønlendsk fiska eystur úr Føroyum.

Tað er sjáldsamt, at síggja skipini í beinari linju uppá hendan mátan. Tilvildarligt, men stuttligt sær tað út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder