Innanlands

Høgaberg landar svartkjaft í Fuglafirði

Høgaberg er komin inn við 3.150 tonsum av svartkjafti

Høgaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Høgaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-04-29 22:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Høgaberg hevur fiskað 3.150 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan verður landað til Havsbrún, og Høgaberg fer aftur á svartkjaft tá ið liðugt er at landa.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder