
Mikudagin lá handilsskipið Kongsdal við bryggju við Norðskála. Skipið var komið úr Álborg við 3200 tonsum av sementi til Løvubetong.
Kongsdal er spildurnýtt handilsskip, sum er bygt í Hollandi og yvirtikið fyri einum mánaði síðani. Tað er eitt norskt/danskt felag, sum hevur latið skipið byggja.
- Ja, vit vóru í Hollandi eftir skipinum fyri fýra vikum síðani og sigldu tað til Álborg. Síðani hava vit siglt við sementi til Póllands og til ymiskar býir í Danmark.
Hetta er fyrsti veruligi longri túrurin hjá skipinum, og tí vita vit ikki heilt enn, hvussu tað fer at roynast í sjaskveðri.
Tað sigur pólski stýrimaðurin, Maciej Tvybuszewski.
- Skipið er 90 metrar langt og 12,5 metrar breitt og lastar 4.000 tons av sementi. Tað er serbygt at sigla við sementi, sigur Maciej.
Sjey mans vóru við Kongsdal.
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald