2025-02-19 13:24

Inuksuk I legði fyrrapartin at á Vestaru bryggju í Havn. Thor hevur keypt skipið, sum er bygt á Skála Skipasmiðju í 1987 og fekk navnið Hvítanes.
Skipið varð selt av landinum í 1993, men nú er tað so aftur á føroyskum hondum.
Nýggja skipið hjá Thor skal fiska rækjukvotuna, sum reiðaríið eigur frá Kappanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald