Innanlands

Inn at bunkra á veg til Íslands

- Vit hava verið í Polandi eftir mais og øðrum tilfari, sum skal til Grundartanga, sum er beint norðan fyri Reykjavík, sigur Bjartur Olsen, skipari

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2026-03-09 20:03 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava verið í Polandi eftir mais og øðrum tilfari, sum skal til Grundartanga, sum er beint norðan fyri Reykjavík, sigur Bjartur.

Í gjár lá farmaskipið Hav Brim, hjá reiðarínum Navigare á Runavík. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk eitt prát við skiparan Bjartur Olsen.

Upp á fyrispurning um hann hevði siglt leingi hjá Navigare, svaraði hann:

- Eg havi siglt hjá reiðarínum í gott fýra ár. Fyrst var eg stýrimaður og síðstu árini havi eg verið skipari. Fyrst var eg skipari á Hav Sand og nú havi eg verið skipari her umborð í hálvt annað ár.

- Hav Brim er væl størri og hægri skip enn Hav Sand. Tað merkist væl, og serliga tá tað er sjaskveður. Farmurin er eisini avgerandi, tí er tað tungur farmur, so liggur hann niðarlaga og rullið verður harðligari, enn tá vit hava lættari farm, og vit kunnu fylla hann upp til lúkurnar. Tá rullar hann lagaligari, sigur hann.

- Hvaðani koma tit?

- Vit hava verið í Polandi eftir mais og øðrum tilfarið, sum skal til Grundartanga, sum er beint norðan fyri Reykjavík, sigur Bjartur.

- Hví liggja tit á Runavík?

- Vit skuldu bunkra nakað skjótt, og tá vit kortini komu fram við Føroyum, og oljuprísurin hækkar nærum hvønn dag, so valdu vit at bunkra nú. Vit sigla aftur so skjótt vit hava bunkrað, sigur hann.

- Hvagar skulu tit tá tit hava lossa?

- Vit skulu lasta sand frá eldfjøllum í Íslandi og sigla hann til Svøríkis. Har blanda teir sandin upp í stoyping av betongelementum, sigur Bjartur.

Sjómanstrúboðarin læs eitt Guds orð og bað fyri skipi og manning.

Átta mans eru við Hav Brim.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder