Innanlands

Hetta er fjórði Jupiter hjá fýra okkara

Manningin skal nú siga farvæl við Jupiter. Fleiri teirra hava siglt við leingi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-05-18 23:09 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hetta er fjórði Jupiter, sum minst fýra av manningini hava verið við, og sum nú, saman við restini av manningini, skulu siga “farvæl og tøkk” við. Ikki tí, vit skulu fiska nakrar túrar fyri nýggja eigaran, so vit vera umborð í nakrar dagar afturat.

Tað siga nakrir av manningini umborð á Jupiter, sum nú er seldur úr Gøtu til Kollafjarðar.

- Hetta er eitt gott skip og í góðum standi, hóast tað er bygt í 1994. Skipið hevur bæði riggað væl og fiskað væl. Vit hava bara einaferð brotið túr av, og tað var, tí internetið bleiv í ólagi, og máttu inn, tí tað er eitt krav at hava internet, greiða teir flennandi frá.

Manningin er ikki uppsøgd, so teir vóna at sleppa við onkrum øðrum skipi hjá Varðanum.

Søgan um Jupiter-skipini í Gøtu, er í stuttum hendan.

Fyrsti Jupiter var bygdur á Skála skipasmiðju í 1972 og seldur til Vágs í 1992 og keyptur aftur til Gøtu í 1994. Í 2000 varð hann seldur til Russlands.

Næsti var keyptur úr Norra í 1999 og kallaðist Eros og var seldur til Íslands í 2004.
Triði varð keyptur úr Skotlandi í 2004 og kallaðist Pathway og var seldur til Norra í 2007.

Núverandi Jupiter er sostatt tann fjórði, og varð keyptur úr Norra í 2007 og kallaðist Åkerøy. Nú í 2020 er hann seldur til North West Pelagic í Kollafirði við fiskireiðskapi; men kvoturnar fylgja ikki við.

Hann eitur framvegis Jupiter; men nummarið er broytt frá FD 42 til VN 99.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun og heilsaði uppá manningina. Teir vóru blíðir, og tíð var bæði til prát, døgurða og bøn við tøkk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder