Innanlands

Bakkafrost nýggjan 40 metrar langan fóðurflaka

Torvgjógv kann fóðra 18 aliringar samstundis

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-19 18:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggjasti fóðurflakin hjá Bakkafrost, Torvgjógv, kom í gjár á Fuglafjørð.

Hann er 40 metrar langur og tekur 700 tons av alifóðri. Fóðurflakin hevur 18 fóðurlinjur, sum merkir, at hann kann fóðra 18 aliringum samstundis.

Torvgjógv er bygdur hjá GroAqua í Póllandi, og skal brúkast í alibrúkinum í Fuglafirði.

Seinastu árini hevur GroAqua latið Bakkafrosti fýra fóðurflakar í Føroyum.

Jens Kristian Vang tók myndirnar í Fuglafirði fyrrapartin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder