2026-05-19 18:12
Nýggjasti fóðurflakin hjá Bakkafrost, Torvgjógv, kom í gjár á Fuglafjørð.
Hann er 40 metrar langur og tekur 700 tons av alifóðri. Fóðurflakin hevur 18 fóðurlinjur, sum merkir, at hann kann fóðra 18 aliringum samstundis.
Torvgjógv er bygdur hjá GroAqua í Póllandi, og skal brúkast í alibrúkinum í Fuglafirði.
Seinastu árini hevur GroAqua latið Bakkafrosti fýra fóðurflakar í Føroyum.
Jens Kristian Vang tók myndirnar í Fuglafirði fyrrapartin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald