2026-05-18 11:00
Í gjárkvøldið vóru boð eftir bjargingarbáti, tá ein bátur bar við land sunnan fyri Kirkjubø.
Tað eydnaðist tó manningini á bátinum at fáa bátin av aftur, og Rescue Lív fylgdi bátinum á Havnina. Brimil fylgdi eisini við, skrivar Vørn.
Sambært Rescue Lív bað báturin um hjálp beint eftir klokkan 18, og stutt fyri klokkan 20 kom báturin á Havnina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald