2026-04-01 20:16
Flakatrolarin Gadus er farin aftur til fiskiskap eftir at hava landað á Ánunum.
Gadus hevði fiskað í norska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin, hóast skipið hevði 960 tons av flaki, fiskamjøli og lýsi við til lands.
Flakatrolarin hevur roynt í umleið 70 samdøgur hendan túrin, og fór aftur til fiskiskap mánakvøldið.
Áðrenn Gadus fór til fiskiskap fór flakatrolarin á Hulk at bunkra.
Gadus verður aftur á fiskileið í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald