Bestur í fjarfiskaflotanum í fjør var greitt flakatrolarin Gadus.
Gadus avreiddi í fjør fyri 219,3 milliónir krónur, og liggur 25,7 tons framman fyri Akraberg, sum liggur nummar tvey á listanum, og einum avreiðingarvirði á 193,6 milliónir krónur.
Nummar trý á listanum er Enniberg, sum hevur fiskað fyri 99,8 milliónir krónur.
Nummar fýra er Arctic Viking, sum hevur fiskað rækjur meginpartin av árinum, og tí ikki heilt kann samanberast í líkningini. Arctic Viking hevur fiskað fyri 66,8 milliónor krónur í fjør.
Aftaná kemur Emerald, sum hevur havt eitt avbjóðandi ár, men kortini hevur fiskað fyri 54,6 milliónir krónur.
Emerald kom til Føroya tíðliga í desember við 550 tonsum. Sannlíkt er tó, at virðið á hesari lastini ikki er tikið í útrokningina hjá Vørn, av tí hon helst er seld seinni.
Um so er, so hevur Emerald avreitt fyri meira, enn Vørn hevur uppgivið.
Síðani kemur Hvítanes, sum hevur avreitt fyri 24 milliónir krónur. Hvítanes hevur tó ikki havt eitt fult fiskiár, og hevur heldur ikki sama kvotugrundarlag sum hini skipini omanfyri, og tí er tað ikki nakar skelkur, at skipið ikki hevur avreitt fyri tað sama, sum skipini omanfyri.
Tølini, ið eru nevnd omanfyri, eru frá tíðarskeiðnum 1.januar 2025-1.januar 2026.
Tá ið tað er sagt, so er avreiðingarvirði hjá fleiri av skipunum omanfyri helst eitt vet hægri av tí at seinastu landingarnar ikki eru taldar við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald