Skipasøga

Fyrrverandi sørvágstrolari framvegis í vinnu

Skipið kallast í dag Rex 1

Mynd: Jan Erik Simonsen / Vagaskip.dk

Mynd: Jan Erik Simonsen / Vagaskip.dk

2018-12-24 20:45 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyrrverandi trolarin Vesturskin, sum hevði heimstað í Sørvági hevur í dag heimstað í Namibia.

Skipið varð selt til Namibia í 2009, har skipið fekk navnið Rex.

Í dag kallast skipið Rex 1, og sum skilst er skipið framvegis í vinnu.

Myndirnar, sum eru viðheftar í hesini greinini, hevur Jan Erik Simonsen tikið í Walvis Bay. Jan Erik Simonsen siglur sum maskinstjóri á norska frálandaskipinum Skandi Seven.

[object Object]Mynd: Jan Erik Simonsen / Vagaskip.dk

[object Object]Mynd: Jan Erik Simonsen / Vagaskip.dk

[object Object]Soleiðis sá skipið út tá ið tað var heimahoyrandi í Føroyum

Skandi Seven kom til Walvis Bay hósdagin í síðstu viku, har teir skulu gera eina átrokandi umvæling. Skandi Seven arbeiðir fyri ENI í Angola.

Trolarin Vesturskin er bygdur í 1986, og er nýbygningur nummar 47, sum er bygdur á Skála Skipasmiðju.

Tað var felagið P/F Núgvunes í Sørvági við Dánjal Paula Zachariassen á odda, sum lat skipið byggja á Skála. í 1991 keypti SP/F Vesturskin í Sørvági skipið, og var tað Jósup Henriksen, sum var reiðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder