Innanlands

Fyrrverandi føroyskur rækjutrolari seldur til Grønlands

Skipið er bygt á Skála Skipasmiðju í 1989

Fyrrverandi Ocean Castle er seldur til Grønlands

Fyrrverandi Ocean Castle er seldur til Grønlands

2021-06-14 20:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendska felagið Polar Seafood hevur keypt bretska frystitrolaran Norma Mary, sum nú fær heimstað í Grønlandi.

Skipið er handað nýggju eigarunum í dag, og skal avloysa Polar Aassik, sum brendi og sakk fyrr í ár.

Norma Mary fer nú at skifta navn til Polar Nataarna í samband við eigaraskiftið.

Talan er ikki um eitt ókent skip um okkara leiðir, tí hetta er nemliga fyrrverandi føroyski rækjutrolarin Ocean Castle, sum bleiv bygdur á Skála Skipasmiðju í 1989.

Skipið hevur síðan havt nøvnini Napoleon og Fríðborg, og varð selt av landinum í 2010.

Skipið bleiv síðan longt og umbygt, og hevur seinastu 11 árini havt heimstað í Hull í Onglandi.


placeholder
placeholder