Innanlands

Fyrrverandi føroyskt uppsjóvarskip skal høggast upp

Gambler er bygt á Skála Skipasmiðju í 1969, og fekk tá navnið Gullfinnur

Uppsjóvarskipið er bygt á Skála Skipasmiðju og fekk tá navnið Gullfinnur (Mynd: Frode Adolfsen)

Uppsjóvarskipið er bygt á Skála Skipasmiðju og fekk tá navnið Gullfinnur (Mynd: Frode Adolfsen)

2026-01-12 12:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norska uppsjóvarskipið Gambler er blivi gamalt og hevur tænt fyri seg, men einaferð var skipið eitt av stoltleikunum í føroyska flotanum. 

Gullfinnur bleiv bygdur á Skála Skipasmiðju í 1969, men skipið bleiv selt av landinum í 1977, tá ið tað fekk heimstað í Noregi, har tað hevur havt heimstað síðani. 

Aftaná skipið bleiv selt av landinum, er tað umbygt nakað og eisini longt. 

Hóast skipið ikki hevur so drúgva søgu í føroysku uppsjóvarvinnuni, so hevur skipið verið í vinnu í Noregi seinastu mongu árini, men bleiv lagt tá ið eigararnir útvegaðu sær eitt størri og nýggjari skip. 

Í Noregi hevur skipið havt nøvnini Sjøbirs, Sjøbris 2, Leikvin, Torbas og seinastu árini Gambler. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder