Innanlands

Fyrra skipið fær navnið Akranes

Fyrra farmaskipið, sum Smyril Line letur byggja í Kina, er sjósett og fær navnið Akranes

Nýggi Akranes er sjósettur í Kina (Mynd: Smyril Line)

Nýggi Akranes er sjósettur í Kina (Mynd: Smyril Line)

2026-02-13 07:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Smyril Line letur í løtuni tvey ro-ro-skip byggja í Kina, og fyrra skipið fær navnið Akranes, sum Smyril Line fyrr hevur brúkt til eitt skip hjá felagnum.

Um nakrar mánaðir verður seinna skipið sjósett.

Nýggju farmaskipini fara at styrkja verandi rutunetið hjá Smyril Line, og eftir ætlan fara tey í sigling í 2026.

[object Object](Mynd: Smyril Line)

Enn er navnið á seinna skipinum ikki alment, men vit gita at tað verður Eystnes, sum eisini er eitt kent navn hjá Smyril Line. 

Smyril Line hevur selt eldru farmaskipini Akranes, Eystnes og Hvítanes av landinum, men síðani er ein trolari skrásettur í flotanum, sum hevur fingið navnið Hvítanes, og tí vænta vit at seinna farmaskipið fær navnið Eystnes.

Nýggju farmaskipini eru 190 metrar til longdar, og hava 3.300 sokallaðar lane metrar til treylarar.

[object Object](Mynd: Smyril Line)

Seinni skrókkurin verður sjósettur seinni í ár, og hjá Smyril Line vænta tey at bæði skipini koma í sigling í 2026. 

Umframt nýggju farmaskipini, sum Smyril Line letur byggja, so eigur felagið eisini farmaskipini Mykines og Glyvursnes, umframt at felagið eisini leigar ro-ro-skipið Lista.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder