Innanlands

Fýra línuskip ávegis til Eysturgrønlands

Klakkur, Pison, Jákup B og Váðasteinur eru á veg til Eysturgrønlands. Fiskiskapurin kann byrja fyrst í komandi viku

2021-04-24 22:12 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- So er undirskrivað. Tað vil siga, at toskakvoturnar í Eysturgrønlandi og á Flemish Cap eru nú eginkvotur; og fyrstu fýra línuskipini eru ávegis til Eysturgrønlands. Tey eru Klakkur, Pison, Jákup B og Váðasteinur.

Tað sigur Tórhallur K. Jacobsen, skipari, á Váðasteini.

- Øll fýra skipini eru farin avstað uttan at hava fingið endaligu fiskiloyvini. Tað eru fýra samdøgur at sigla, og vit hava nærum fingið lovað, at mánadagin verða loyvini útskrivað, so vit kunnu byrja fiskiskap fyrst í komandi viku, sigur hann.

- Eitt grønlendskt og eitt norskt línuskip royna í Eysturgrønlandi í løtuni, og fiskiskapurin er misjavnur. Tað kundi sæð út, sum fiskurin flytur, og tí er avbjóðingin at kunna fylgja honum.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Vit eru einasta ísfiskalínuskip, sum er ávegis til Grønlands beint nú, so vit mugu helst raka við fisk beinanvegin, tí fiskitíðin hjá okkum er avmarkað í mun til frystilínuskipini, sigur Tórhallur K. Jacobsen.

Váðasteinur fór avstað í gjárkvøldið. Hini vóru farin frammanundan.

placeholder
placeholder