
Sjónám: Fríggjadagin 12. september 2025 var fullsett í høllini á Hilton Garden Inn, tá altjóða maritima leiðsluráðstevnan um trygd og trivnað varð hildin.
Ráðstevnan varð fyriskipað í sambandi við, at Sjónám var vertur fyri árliga fundinum hjá IASST (International Association for Safety and Survival Training), sum Sjónám er limur í.
Á skrá vóru fleiri framløgur um trygd og trivna úr ymiskum sjónarhorni, og afturmeldingarnar frá luttakarum hava verið framúr góðar.
Høvuðspunktið var verkstovan “Sjónám-Agora”, har operationell trygd umborð varð viðgjørd. Frásøgn/viðmerkingar vórðu orðaðar í ymisku arbeiðsbólkunum, og fyrireikararnir arbeiða nú við at savna og reinskriva hesar.
– Vit staðfestu breiða semju um, at tørvur er á at raðfesta trygd á sjónum hægri. Tað krevur tætt samstarv um alt sjóvinnuøkið - men tíverri taka ikki allir partar lut, sigur Brandur H.Funningsstovu, leiðari á Sjónámi.
Ein felags niðurstøða, ið lýsir trygdarstøðuna umborð í dag, og um hvussu hon kann betrast, verður væntandi klár innan tvær vikur. Hon verður send luttakarunum, løgd á heimasíðuna og send miðlunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald