Innanlands

Freistin at søkja menningarkvotu er í dag kl. 15

Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár

2019-02-28 12:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Freistin at søkja um menningarkvotur er í dag kl. 15:00. Tøka nøgdin av menningarkvotu at søkja um í 2019 er:

  • 11.711 tons av svartkjafti
  • 3.159 tons av makreli
  • 4.695 tons av norðhavssild

Umsókn um menningarkvotu skal sendast til Fiskimálaráðið.

Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár. Av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skal í minsta lagi ¼ av tonsunum latast fyri 1 ár, skrivar Fiskimálaráðið.

Menningarkvotur kunnu eftir umsókn játtast til persónar og feløg, ið lúka treytirnar um ognarviðurskifti og at vera heimahoyrandi í Føroyum, sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi. Sí § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi frá 18. desember 2017.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder