
Gitte Henning 1 og Borgarin royna framvegis eftir makreli í norskum sjógvi, meðan Hoyvík og Tummas T hava fiskað í føroyskum.
Fiskiskapurin hevur verið smáligur, hóast veðrið hevur verið gott.
Sum skilst eru Tummas T og Hoyvík farnir at sigla inn, og Borgarin umhugsar eisini at gevast, skilst á lagnum.
Norsk uppsjóvarskip hava roynt á somu leið, sum Borgarin og Gitte Henning 1, og norska skipið Odd Lundberg, er farin at sigla til lands við 180 tonsum av makreli, har miðalvektin er 456 gramm.
Hetta er fyrsti túrurin hjá norska uppsjóvarskipinum Odd Lundberg, sum er bygdur í Skagen, og varð handaður eigarunum fyrst í hesum mánaðinum.
Odd Lundberg hevur fiskað við nót, meðan tey føroysku skipini hava fiskað við troli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald