Triðja árið á rað vísir váryvirlitstrolingin á Føroyabanka væl meira av toski enn var vanligt frá 2006 til 2019. Hetta var bert stórur vælvaksin gýtandi toskur. Havast skal tó í huga, at tað var lítið at fáa av toski í yvirlitstrolingini í september 2021 og tí er framvegis óvist, hvussu nógv er til av toski á Føroyabanka.
Hinvegin er eingin ivi um, at tað er nógv av hýsu á Føroyabanka. Sera nógv var at fáa av hýsu, bæði stórari og smáari.
Nøgdirnar av upsa vóru munandi størri enn undanfarin ár og var talan um stóran upsa.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/04/21/890x590/1650546380wsdvcquq0u.png)
Myndin vísur nøgd (kg pr. tíma) av toski, hýsu og upsa á váryvirlitstrolingunum á Føroyabanka frá 1983 til 2022
Vegna veður varð bara roynt í góðar tríggjar dagar, og var grunni parturin av Føroyabanka raðfestur. Vanliga verða 29 hál á ein tíma tikin, men í ár blívu einans 17 hál gjørd. Í hálunum vóru skrásett 17 fiskasløg og tvey sløg av høgguslokki. Nebbasild stóð í trolmeskunum á flestu trolstøðunum, og magakanningarnar vístu, at væl var etið av nebbasild. Sjóvarhitin við botn lá um 8,0 gradir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald