Innanlands

Framtíðar føroyski skipaflotin á Atlantic Fair

Fleiri av framsýnarunum á messuni kunna um bæði verandi og komandi skipaflotan í Føroyum á sínum básum og í fyrilestrarhølunum.

2024-05-29 10:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Annar dagurin á maritimu messsuni Atlantic Fair í Klaksvík í dag varpar í fleiri fyrilestrum m.a ljós á føroyska skipaflotan – frá tekniborðinum til skipasmíð.  Eisini er grøna orkuskiftið á skránni.

Millum  fyritøkurnar,  sum luttaka við egnum básum og eisini hava framløgur um sítt virksemi, eru Mest og Knud E. Hansen. Eisini luttekur kenda norska fyritøkan Skipsteknisk við framløgu.

Framløgan hjá Mest verður kl. 11, tá stjórin Mouritz Mohr fer at greiða frá um nýggja frystitrolaran, sum Mest byggir til Varðan og sum er útgjørdur til framtíðar krøv. Hann fer so eisini at umrøða annað av tí nógva virkseminum, sum Mest samtakið arbeiðir við.

[object Object]

Kl. 13 fara umboð fyri Skipsteknisk í Norra at hava framløgu teir kalla  “Frihet til å Skape og Bygge  - Færøyenes Neste Fartøyer”.  Tað eru Vegard Nesset Hjelvik og Inge Bertil Straume, sum fara at greiða frá og siga teir m.a. um framløguna:

[object Object]

[object Object]

“En kort presentasjon av prosessen med design og innovasjon som har ledet oss til å forme fremtidens fartøyer for det færøyske markedet. Gjennom kreativitet, ekspertise og et tett samarbeid med industrien, har vi skapt flere banebrytende fartøysdesign som ikke bare oppfyller, men overgår behovene til Færøyenes maritime sektor. Sammen vil vi fortsette å utforske hvordan vi kan lede an og definere standarden for ytelse, bærekraft og innovasjon på Færøyene i tiden fremover.”

Kl 14 fara umboð fyri fyritøkuna Knud E. Hansen at hava framløgu tey kalla: “Bakkafossur, Smyril Line RoRo og framtíðar trolarar.”

[object Object]

Finn Wollesen, Thormund Johannesen, Marni Olsen og Jóhannes á Forunum frá hesi kendu fyritøkuni fara at greiða frá spennandi og áhugaverdu søguni hjá fyritøkuni, ið  hevur sett síni sjónligu fingramerki á føroyska skipaflotan gjøgnum árini. Í umrøðuni av fyritøkuni undan framløguni á Atlantic Fair í dag siga teir ma.:

“Skipstekniska ráðgevandi fyritøkan Knud E. Hansen er væl kend í Føroyum frá gamlari tíð og hevur nú eisini deild í Føroyum.

Í 1940’unum teknaði KEH fleiri 30 tonsarar og 80 tonsarar í samband við endurnýggjan av føroyska fiskiskipaflotanum eftir seinna heimsbardaga.

Í 1950’unum teknaði KEH hesar trolarar í sambandi við endurnýggjan av føroyska fiskiskipaflotanum: Leivur Øssurson, Ólavur Halgi, Vágbingur, Brandur Sigmundarson og Magnus Heinason.

Í 1960’unum gjørdi KEH tekniarbeiði til fleiri av skipunum, sum blivu smíðað á Tórshavnar- og Skála Skipasmiðju. Her kunnu nevnast Smyril og Norðvíkingur á Tórshavnar Skipasmiðjum og Chr. Holm og Árnatindur á Skála Skipasmiðju.

Eisini hevur KEH staðið fyri tekning av fleiri ferjum í Føroyum: Gamla træskipið Ritan, Ritan frá 1971, Teistin (Mikkel Mols), Smyril (Morten Mols), núverandi Smyril frá 2005, gamla og núverandi Norrønu.

Brimil hevur KEH eisini teknað.

Føroyska deildin hjá KEH hevur teknað stóra brunnskipið Bakkafossur, sum fekk virðisløn frá tíðarritinum Work Boat of the World, sum “Best Work Boat-Project in 2023”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder