Innanlands

Framherji yvirtikið nýggja Fagraberg

Framherji yvirtók í dag nýggja Fagraberg

Nýggi Fagraberg og Høgaberg í Skagen (Savnsmynd: Pol M Jensen)

Nýggi Fagraberg og Høgaberg í Skagen (Savnsmynd: Pol M Jensen)

2026-03-10 15:13 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið Framherji í Fuglafirði yvirtók í dag Serene úr Hetlandi, sum fær navnið Fagraberg.

- Vit hava undirskrivað pappírini í dag, og nú er skipið skrásett í føroyska flotanum, og hevur fingið navnið Fagraberg, sigur Anfinn Olsen, reiðari. 

Framherji hevur keypt Serene fyri 250 milliónir krónur, og skipið skal avloysa undanfarna skip við sama navnið, sum hevur fingið navnið Gamli Fagraberg og skal seljast. 

Øll loyvir og allar kvotur frá undanfarna Fagraberg eru flutt yvir á nýggja Fagraberg.

Tað var í december 2024, at tað gjørdist alment at Framherji hevði keypt hetlendska uppsjóvarskipið.

Skipið er bygt í 2018, men er í sera góðum standi, hóast tað verður átta ár í ár. Hetlendingar fiska nógv minni enn føroyingar gera, og tí sæst eisini minni slit á skipinum hóast skipið er er átta ár.   

Nýggi Fagraberg lastar umleið 3.000 tons við køling. 

Nýggi Fagraberg er í løtuni í dokkini hjá Karstensens Skibsværft, har nøkur smáting skulu gerast við skipið áðrenn kós verður sett móti Føroyum, sigur Anfinn Olsen, reiðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder